Um MSC

Marine Stewardship Council (MSC) arbeiðir fyri at fremja eina ábyrgdarfulla fiskivinnuumsiting og burðardyggar mátar at varðveita fiskivinnusamfeløg í framtíðini.

MSC bleiv stovna í 1997 og er ein sokallað ikki-fyri-vinning felagsskapur við høvuðssæti í London. Felagsskapurin rekur eina altjóða skipan við góðkenningum, hvørs endamál er at fremja burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskiskap. Meginreglurnar handan MSC-góðkenningina byggja á leiðreglurnar fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, sum ST-felagsskapurin FAO virkar eftir.

MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur:

  1. Fiskiskapurin skal vera á einum støði, sum er burðardygt fyri fiskastovnin.
  2. Fiskiskapurin skal rekast á slíkan hátt, at atknýtta vistskipanin varðveitir sín bygnað, úrtøku, funktión og margfeldni.
  3. Fiskiskapurin skal liva upp til staðbundin, landsfevnandi og altjóða lóggávu og hava eina umsitingarskipan, sum kann gera rættandi inntriv í mun til broytt viðurskifti og varðveita burðardygdina.

Niðanfyri er vístur fiskiskapur, ið verður mettur um til eina góðkenning. Tað eru luttakandi fiskiførini, sum fáa MSC-góðkenningina. Onnur fiskifør kunnu vera virkin í sama fiskiskapi uttan at fáa góðkenning, tá tey ikki luttaka í góðkenningartilgongdini. Men hesi skip kunnu seinni søkja um at blíva partur av MSC-góðkenningini.

Meira kann lesast um MSC á teirra heimasíðu, www.msc.org