Góðkend fiskarí

Arbeitt verður støðugt fram ímóti, at parturin av føroyskum fiskiskapi við MSC-góðkenning økist. Higartil hava fýra sløg av fiskiskapi fingið altjóða góðkenning.

Avtala millum ISF og FISF um deiling av góðkenningum av fiskiveiðu í íslendskum sjógvi

Icelandic Sustainable Fisheries (ISF) og Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF) hava gjørt sínamillum avtalu um deiling av MSC góðkenningum av fiskiveiðu í íslendsum sjógvi.

MSC góðkenningarnar fevna um øll skrásett føroysk fiskifør, sum hava galdandi fiskiloyvir frá Fiskimálaráðnum, at fiska undir Íslandi, um fiskurin verður veiddur og/ella keyptur av felag, sum hevur avtalu um at verða partur av góðkenningunum hjá FISF.

Kunngerðin Regulation 110/2018 um botnfiskaveiðu hjá føroyskum fiskiførum er lýst av íslendska Vinnumálaráðnum.

Samstarvsavtalan fevnir um
Toskafiskiskap sambært góðkenningini ISF Iceland Cod official certificate (MSC-F-31301), sum er tøk á heimasíðuni hjá MSC.

Hýsufiskiskapi sambært góðkenningini ISF Iceland Haddock official certificate (MSC-F-31302), sum er tøk á heimasíðuni hjá MSC.

Fleiri onnur fiskasløg sambært góðkenningini ISF Iceland Multi-Species demersal fishery official certificate (MSC-F-31436), sum er tøk á heimasíðuni hjá MSC.

Havtaska sambært góðkenningini ISF Iceland Anglerfish official certificate (MSC-F-31350), sum er tøk á heimasíðuni hjá MSC.

Geografiska økið fevnt av avtaluni
Sjóøkið hjá Íslandi er búskaparliga økið í FAO fiskiøkinum nummar 27 (Atlantic, Northeast) einamest í ICES Bólkur 5a (íslendski landgrunnurin) men eisini fevnir tað um partar av ICES økjunum 2a, 5b, 12a, 14a and 14b.

Fiskastovnar
Toskur (Gadus morhua) í ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) in ICES økið 5a.
Upsi í ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin). 
Kongafiskur (Sebastes marinus) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Longa (Molva molva) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Steinbítur (Anarhicas lupus) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Brosma (Brosme brosme) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Blálonga (Molva dypterygia) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).
Havtaska (Lophius piscatorius) ICES økið 5a (íslendski landgrunnurin).

Veiðureiðskapur
Línureiðskapur

Upsi undir Føroyum

Upsi verður vanliga roknaður sum botnfiskur og verður eisini fyrst og fremst fiskaður við botntroli, men hann ferðast eisini nógv uppi í sjónum.

Upsi er vanligur undir Føroyum, bæði inni við land og til havs og finst út á umleið 450 m dýpi á Landgrunninum, á Føroyabanka, ytru bankunum og á Íslandsrygginum.

Upsi

Upsastovnurin undir Føroyum verður roknaður sum ein sjálvstøguður stovnur, men hevur tó eitt ávíst samband við aðrar upsastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, t.e. í Barentshavinum, undir Íslandi, vestan fyri Skotland og í Norðsjónum.

Vøksturin hjá upsa, serliga ungum fiski, tykist at vera tengdur at tættleika. Tað vil siga, at tess meiri er til av upsa, tess smærri eru einstøku upsarnir.

Í miðal gýtir helvtin av upsanum fyrstu ferð umleið 5 ára gamal; tá er hann um 60 cm til longdar. Gýtingin fer fram í tíðarskeiðnum januar-apríl, tó er høvuðsgýtingin í februar-mars. Megingýtingarøkið er á 150-250 m dýpi eystan fyri Føroyar, men gýtandi upsi verður eisini fingin aðrastaðni á Landgrunninum.

Meira kann lesast um upsan undir Føroyum  á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Fiskiskapurin eftir upsa undir Føroyum er MSC góðkendur, MSC-F-31374. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 15.06.2013, góðkenningin er galdandi til 15.12.2023.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Longa og brosma undir Føroyum

Øll longa undir Føroyum verður mett sum ein stovnur, men óvist er, um longan undir Føroyum er ein stovnur fyri seg, ella um hon stendur í samband við longu
aðrastaðni.

Óvist er, um brosman undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES verður brosma við Føroyar viðgjørd sum partur av einum felags stovni.

Longa

Longa er vanlig í vestara parti av Barentshavinum, undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat til norðara arm á Biskeiavíkini. Hon er sjáldsom í Miðjarðarhavinum, í
Grønlandi og Norðuramerika.

Við Føroyar er longa bæði á Landgrunninum og við bankarnar vestanfyri. Longa er fingin frá 10 m dýpi niður til 650 m dýpi, men er mest vanlig á umleið 100-400 m dýpi.

Fiskiskapurin eftir longu í føroyskum sjógvi er er MSC góðkendur, MSC-F-31404. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 24.10.2018, góðkenningin er galdandi til 24.04.2024.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Brosma

Brosma er vanlig í vestara parti av Barentshavi og suður við norsku strondini (Mynd 1). Hon er um alt Ísland og í Suður- og Eysturgrønlandi. Hon er eisini í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er eisini á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara parti av Atlantshavi er hon frá Grand Bank til New Jersey.

Brosma er vanlig undir Føroyum bæði á Landgrunninum, við bankarnar vestanfyri og á Wyville-Thomson rygginum. Brosma er fingin frá 50 m dýpi (t.d. inni á firðunum) niður á einar 850 m, men er mest vanlig á umleið 300-600 m dýpi.

Fiskiskapurin eftir brosmu í føroyskum sjógvi er er MSC góðkendur, MSC-F-31404. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 24.10.2018, góðkenningin er galdandi til 24.04.2024.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Toskur og hýsa undir Føroyum

Undir Føroyum eru tveir sjálvstøðugir toskastovnar, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum. Øll hýsa undir Føroyum verður mett sum ein stovnur.

Toskur

Toskurin á Landgrunninum gýtir frá februar til mai, men meginparturin av gýtingini er tó í seinnu helvt av mars til miðjan apríl. Høvuðsgýtingarøkini eru á Norðhavinum, vestan fyri Mykines og í Sandshavinum.

Toskur við Føroyar er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast til onnur havøki. Merkingarroyndir vísa, at bert umleið 14 toskar av umleið 10.000 eru fingnir aftur uttan fyri føroyska økið.

Høvuðsføðin hjá toski er fiskur, krabbadjór og lindjór. Um várið er tað serliga hvítingsbróðir, sum verður etin. Um summarið er býtið meira javnt millum høvuðsbólkarnar.

Meira kann lesast um toskin undir Føroyum á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Toskurin undir Føroyum er ávegis at blíva MSC góðkendur.

Hýsa

Hýsa er vanlig bæði á Landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka og er fingin frá heilt grunnum vatni inni við land og niður ímóti 600 m dýpi; tað er tó sjáldsamt at fáa hýsu djypri enn 450 m.

Hýsa við Føroyar flytir ikki til og frá øðrum havøkjum, og undir Føroyum er hon rættiliga støðuføst. Hýsan kann fara á bæði harðbotn og bleytan botn, men er kanska serliga nógv á bleytum botni. Tað tykist, sum um tað er útboðið av føði, ið er avgerandi fyri valið av botni. Av og á leitar hýsan, serliga ungfiskurin, upp í
sjógvin eftir føði.

Høvuðsføðin hjá hýsu er ymisk maðkasløg, krabbadjór og tindadjór, serliga slangustjørnur, men eisini fiskur og lindjór verða etin.

Meira kann lesast um hýsuna í føroyskum havøki á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Hýsan undir Føroyum er ávegis at blíva MSC góðkend.

Toskur, hýsa og upsi í Barentshavinum

Barentshavið er størsta gýtingarstaðið og føðsluøkið fyri toskin í landnyrðingspartinum av arktis. Fiskastovnarnir eru væl fyri. Ætlanin fyri veiðuna úr hesum fiskastovni er løgd soleiðis, at veiðan verður tillaga í mun til verandi støðu hjá stovninum og fyri at varðveita hann á einum støði, sum stuðlar stóra úrstøku upp á langt sikt.

Føroyska veiðan í Barentshavinum

Í Føroyum eru tað nøkur stór verksmiðjuskip, ið hava loyvir til at fiska føroysku kvotuna í Barentshavninum. Føroyski fiskiflotin stendur fyri 4% av tí samlaðu altjóða toskaveiðuni í økinum.

Upsi og hýsa fáast eisini sum partur av veiðuni í Barentshavinum, men størsti parturin av veiðuni er toskur.

Fiskiskapurin eftir toski í Barentsavinum er MSC góðkendur, MSC-F-31322. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 17.08.2012, góðkenningin er galdandi til 17.02.2023.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Toskur, hýsa og upsi undir Íslandi

Føroyar hava sínámillum avtalu við Ísland um at føroysk skip kunnu fiska í íslendskum sjógvi. FISF hevur eina avtalu við Iceland Sustainable Fisheries (ISF), um at fiskiskapurin hjá føroyskum skipum eftir toski, hýsu og upsa í íslendskum sjógvi er MSC góðkendur, sum partur av MSC góðkenningini hjá ISF.

Fiskiskapurin eftir toski undir Íslandi er MSC góðkendur, MSC-F-31301. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 24.04.2012, góðkenningin er galdandi til 23.10.2022.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Fiskiskapurin eftir hýsu undir Íslandi er MSC góðkendur, MSC-F-31302. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 24.04.2012, góðkenningin er galdandi til 23.10.2022.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Fiskiskapurin eftir upsa undir Íslandi er MSC góðkendur, MSC-F-31436. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 10.09.2014, góðkenningin er galdandi til 09.03.2025.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.

Rækjur í Barentshavinum

Í Føroyum eru tað nøkur stór verksmiðjuskip, ið hava loyvir til at fiska føroysku kvotuna í Barentshavninum. Umframt tosk, hýsu og upsa, veiða nøkur skip eisini rækjur.

Fiskiskapurin eftir rækjum í Barentsavinum er MSC góðkendur, MSC-F-31411. Fiskiskapurin hevur verði góðkendur síðani 05.12.2013, góðkenningin er galdandi til 05.06.2024.

Meiri kann lesast um góðkenningina á heimasíðuni hjá MSC.