Í Føroyum hevur fiskivinnan í stóran mun valt at latið felagsskapin Marine Stewardship Council (MSC) borga fyri altjóða góðkenning og yvirvøku av fiskiskapi okkara. Við at velja fiskavørur við MSC-merkinum stuðlar brúkarin fiskiskapi, ið verjir havumhvørvi okkara og eggjar øðrum at gera tað sama.
Sambært ST-felagsskapinum FAO ger seg galdandi at:
- Ein milliard menniskju, einamest í menningarlondunum, hava fisk sum teirra týdningarmestu keldu til protein
- Mett verður, at 200 milliónir menniskju beinleiðis ella óbeinleiðis hava sítt livibreyð í fiskivinnuni
- Yvir 50% av heimsins handlaðu fiskavørum eru frá menningarlondum
Fyri mong av hesum menniskjum er burðardyggur fiskiskapur alneyðugur - ikki marglæti. Uttan burðardyggan fiskiskap enda tey í arbeiðsloysi, matvørutrot, fátækradømi og hungur.
MSC arbeiðir við at fremja ábyrgdarfulla fiskivinnuumsiting og burðardyggar mátar at varðveita fiskivinnusamfeløg framyvir.
Við at niðurberja ovurfisking og ólógligan fiskiskap kunnu vit vera við til at tryggja lívsgrundarlagið og matvørutrygdina hjá nógvum í heiminum.