Um MSC
Marine Stewardship Council (MSC) arbeiðir fyri at fremja eina ábyrgdarfulla fiskivinnuumsiting og burðardyggar mátar at varðveita fiskivinnusamfeløg í framtíðini.
MSC bleiv stovna í 1997 og er ein sokallað ikki-fyri-vinning felagsskapur við høvuðssæti í London. Felagsskapurin rekur eina altjóða skipan við góðkenningum, hvørs endamál er at fremja burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskiskap. Meginreglurnar handan MSC-góðkenningina byggja á leiðreglurnar fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, sum ST-felagsskapurin FAO virkar eftir.
MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur:
- Fiskiskapurin skal vera á einum støði, sum er burðardygt fyri fiskastovnin.
- Fiskiskapurin skal rekast á slíkan hátt, at atknýtta vistskipanin varðveitir sín bygnað, úrtøku, funktión og margfeldni.
- Fiskiskapurin skal liva upp til staðbundin, landsfevnandi og altjóða lóggávu og hava eina umsitingarskipan, sum kann gera rættandi inntriv í mun til broytt viðurskifti og varðveita burðardygdina.
Niðanfyri er vístur fiskiskapur, ið verður mettur um til eina góðkenning. Tað eru luttakandi fiskiførini, sum fáa MSC-góðkenningina. Onnur fiskifør kunnu vera virkin í sama fiskiskapi uttan at fáa góðkenning, tá tey ikki luttaka í góðkenningartilgongdini. Men hesi skip kunnu seinni søkja um at blíva partur av MSC-góðkenningini.
Meira kann lesast um MSC á teirra heimasíðu, www.msc.org